- Tíðindi, mentan og ítróttur
– Ferðafólk mugu bíða eftir boðum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/johanna_5.png?itok=yObXxNCm)
Løgmaður segði í Degi og Viku í kvøld, at føroysku myndugleikarnir hava sett Danmark á reyðalista. Samstundis segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, við Dag og Viku, at Atlantsflog framyvir ikki tekur ímóti ferðafólki úr reyðum økjum.
Tað merkir allarhelst, at ferðafólk úr Danmark - sum nú er eitt reytt øki - sleppa ikki við Atlantsflog til Føroya frá í morgin at rokna.
Óvist, hvat tað merkir fyri tey ferðandi
Johanna á Bergi sigur í kvøld, at tey skulu á fund við fíggjarmálaráðharran í morgin fyrrapart, og tá verður støða tikin til, hvat skal henda við ferðafólkunum úr Danmark, sum hava pláss umborð á Atlantic Airways í morgin.
– Vit vita ikki enn, hvat hetta merkir fyri okkara ferðandi, men tey mugu bara bíða eftir boðum, sigur Johanna á Bergi, sum kortini ger greitt, at føroyingar sleppa úr Føroyum kortini sum vant.
Í morgin standa trý flogfør til at koma úr Danmark. Tað fyrsta lendir sum nú er beint eftir klokkan 12 í morgin. Eisini er eitt flogfar, sum kemur úr París í morgin og eitt úr Keflavík.