- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið á fund klokkan 22:00
Landsstýrið á fund klokkan 22:00
Løgmaður hevur kallað landsstýrið saman á fund nú klokkan 22:00 í kjalarvørrinum á herdu tiltøkunum í Danmark
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tinganes_landstyrid-2.jpg?itok=gto_cH1t)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
11.03.2020 - 21:25
Landsstýrið fer á fund nú klokkan 22:00 at umrøða íkomnu støðuna, nú Danmark í stóran mun er stongt. Tað er løgmaður, sum hevur kallað landsstýrið saman á fund.
Klokkan 21:00 fór føroyska Kreppuráðið á fund, eftir at danir herða tiltøkini fyri at basa corona-smittuni.
Í Danmark er øll skúlagongd avlýst, dagstovnar stongja og alment sett starvsfólk verða send til hús.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV