- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogrutur kanska avlýstar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/atlantic_airways_flogferdsla.jpg?itok=Sa2OKpyE)
Flogruturnar hjá Atlantic Airways til eitt nú Barcelona og Paris eru í vanda fyri at verða raktar av stongsli í Vága floghavn orsakað av útbrotinum av coronavirusinum, COVID-19.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum umsitur flogvøllin, ger á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum greitt, at Føroyar eisini fylgja teimum leiðbeiningum og flogbannum, danskir myndugleikar nú hava sett í verk.
Einki føroyskt flogbann fyribils
Á midnátt varð øll flogferðsla til og úr teimum reyðu vandaøkjunum fyri coronavirusið steðgað av donsku stjórnini í 14 dagar í eini roynd at forða fyri, at coronavirusið spjaðir seg.
Tey reyðu vandaøkini eru í løtuni Norðuritalia, skíðøkið Ischgl í Eysturríki, Hubei-landsluturin í Kina, Iran, og suðurkoreanski býurin Dawgu og suðurkoreanski landsluturin Gyeongbuk.
Føroyar hava einki beinleiðis loftasamband til hesi øki, so í fyrstu atløgu ávirkar flogbannið ikki flogferðsluna til og úr Vágum.
>> SÍ EISINI Corona: Danskir myndugleikar herða tiltøkini
Men danir halda eitt sera vakið eyga við støðuni í Fraklandi og serliga Spania. Atlantic Airways hevur flogrutur til bæði Barcelona og Paris.
Longu nú meta donsku myndugleikarnir, at støðan í sponsku landslutunum Baskaralandi, Madrid og La Rioja er so álvarsom, at øll óneyðug ferðing til hesara sponsku landslutirnar verður frámæld.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, ger vart við, at um so er, at donsku átøkini verða herd næstu dagarnar, og fara at fevna um øki og býir, Føroyar hava beinleiðis loftsamband við, so verður flogbannið eisini galdandi fyri flogferðslu til og úr Føroyum.