![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/husini_hja_eingla_per.jpg?itok=-LWQQlBx)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reisa húsini aftur í upprunaligum líki
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/husini_hja_eingla_per-17.jpg?itok=tC8s2NXg)
Húsini hjá Per Højgaard, sála, á Áarvegnum í Havn, verða nú tikin niður, men ætlanin er at byggja tey uppaftur, so tey líkjast upprunaliga húsunum, tó í einari hædd aftrat, skrivar vp.fo
Sí myndirnar niðan fyri her
Partafelagið Katrina Christiansen hevur keypt húsini, og bara tann parturin av grundini, sum vendir móti Áarvegnum, verður standandi eftir.
Tummas Justinussen, stjóri í felagnum, sigur við Kringvarpið, at húsini, sum verða sett á grundina, verða gjørd úr elementum, og tey verða eftir ætlan sett upp tíðliga í summar.
Tvær íbúðir
Síðani verða húsini innrættað. Í erva vera tvær íbúðir, sum vera 60 fermetrar hvør, og í neðra vera handilshøli.
Eftir ætlan verður alt arbeiðið liðugt til jólar, sigur Tummas Justinussen.
Í sambandi við, at húsini verða tikin niður, verður Áarvegurin stongdur fyri allari ferðslu í morgin, frá klokkan sjey á morgni til á midnátt í annaðkvøld, frá Vaglinum og oman til Havnargøtu.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen