Corona: Danska stjórnin hjálpir vinnulívinum

bannari
Corona: Danska stjórnin hjálpir vinnulívinum
Fyritøkur fáa 125 milliardir krónur meira í gjaldføri, tí gjaldsfreistir verða longdar
Nicolai Wammen er danskur fíggjarmálaráðharri
 
10.03.2020 - 15:05

Danska stjórnin kunngjørdi fyri løtu síðani átøk, sum skulu hjálpa fyritøkum og vinnulívinum, meðan corona-smittan herjar.

Trý átøk vórðu kunngjørd í dag. Fíggjarmálaráðharrin, Nicolai Wammen, segði, at hetta er bara byrjanin, og væntandi koma fleiri átøk seinni.

Eitt av átøkunum er, at fyritøkur fáa longda freist at gjalda meirvirðisgjald og inntøkuskatt. Tað gevur fyritøkum umleið 125 milliardir krónur meiri í gjaldføri, og verjir sostatt bæði fyritøkur og arbeiðspláss, sigur Nicolai Wammen.

Tey, sum hava skipað fyri tiltøkum, sum annaðhvørt eru avlýst ella útsett, fáa endurgjald úr ríkiskassanum.

Skundlógir verða gjørdar, sum skulu bøta gjaldførið hjá fyritøkum, við at útseta gjaldsfreistirnar fyri meirvirðisgjald og partafelagsskatt.

Haraftrat er ætlanin, at stjórnin og vinnulívið í felag skulu gera uppskoti um hjálpartiltøk, í sambandi við avbjóðingarnar av coronasmittuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944