- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu ikki forða ferðafólki at sleppa í land
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/magellian.jpg?itok=-phnv71n)
Í Íslandi er sama tilbúgving sum í Føroyum, nú ferðafólkaskipið Magellan kemur hendanvegin. Við skipinum eru 1.452 ferðafólk og manningin telur 660.
Skiparin skal senda myndugleikunum nágreiniliga frágreiðing um heilsustøðuna umborð. Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í gjár.
Og sama mannagongd verður brúkt í Íslandi.
Magellan kemur úr Onglandi. Skipið kemur á Havnina í morgin ári klokkan sjey, og fer til Reykjavíkar í annaðkvøld klokkan sjey. Hagar kemur tað mánamorgunin.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at føroyskir myndugleikar hava ikki heimild til at nokta ferðafólkum at koma í land, um eingi sjúkutekin um corona eru staðfest umborð.