- Tíðindi, mentan og ítróttur
18.000 borgarar fáa 52,4 mió. aftur í skatti
18.000 borgarar fáa 52,4 mió. aftur í skatti
TAKS hevur gjørt skattauppgerðina fyri 2019
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/taks_-_02.jpg?itok=MMMZiFlh)
Skattauppgerðin fyri 2019 er liðug
05.03.2020 - 11:26
18.109 skattaborgarar fáa í næstum tilsamans 52,4 milliónir krónur aftur frá skattavaldinum, tí teir hava goldið ov nógv skatt.
1.708 skattaborgarar hava goldið ov lítið, og fáa tí rokning fyri írestandi skatt. Hann er tilsamans 4,7 milliónir kr.
Skattauppgerðin fyri 2019 er liðug, upplýsir Taks.
21.242 borgarar skulu hvørki rinda írestandi skatt, ella eiga avlopsskatt til góðar.
B-skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð sendandi, men teir skulu í staðin lata sjálvuppgávu inn. Síðani verður skattauppgerð gjørd.
Tilsamans skulu 7.175 borgarar lata sjálvuppgávu inn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV