Brimskaðar: Landsstýrið viðger peningaliga hjálp

Brimskaðar: Landsstýrið viðger peningaliga hjálp
Landið hevur fyrr latið pengar til at umvæla kommunalar brimgarðar, og landið hevur eisini rindað fyri at taka upp grót í innsiglingini í Skopun
Brimgarðurin í Hvalba hevur fingið stóran skaða í ódnarveðrinum um vikuskiftið
 
02.03.2020 - 10:12

Spurningurin er ikki viðgjørdur enn, men tað verður hann á landsstýrisfundinum í morgin.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at landsstýrið hevur ikki enn viðgjørt, um landskassin skal hjálpa við pengum, nú brimgarðar fingu stóran skaða í illveðrinum og uppganginum um vikuskiftið.

Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, og Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmaður í Sandvík, siga í tíðindaskrivi í gjárkvøldið, at Hvalbiar kommuna megnar ikki einsamøll at bøta skaðan, sum hendi í havnini í Hvalda.

Um kommunan sjálv skal bera allan kostnaðin, er ikki pláss til nakað annað, tí kommunan hevur longu bundið seg til aðra stóra verkætlan, sum longu er farin í gongd. 

Teir biðja tí landið um hjálp. 

Landið hevur fyrr latið pengar til at umvæla kommunalar brimgarðar, og landið hevur eisini rindað fyri at taka upp grót í innsiglingini í Skopun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119