- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðurkønur: Vindurin minkar í kvøld
Veðurkønur: Vindurin minkar í kvøld
Tað ringasta veðrið er av, sigur Petur Hans Dahl, veðurkønur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hoyviks_holmur_odnarvedur_brim_og_vindur-4.jpg?itok=hInkWPSZ)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
01.03.2020 - 13:27
Tað er framvegis ringt veður kring landið, og veðurmátingarnar hjá Landsverki vísa, at tað í løtuni eru upp í 30 m/s í hvirlunum á Gjáarskarði og Kambsdali.
Á Gøtueiði er upp í 35 m/s, á Høgareyni upp í 26 m/s, meðan tað á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð er upp í 35 m/s. Við Velbastaðháls, á Sandi, í Hvalba, við Fámjinsvegin og á Porkerishálsi eru 28 og 35 m/s í hvirlunum.
Men vindurin fer at minka, sum dagurin líður. Tað sigur Petur Hans Dahl, veðurkønur.
– Vit eru komin forbí tað ringasta, og vindurin fer at minka í dag, og í morgin verður nógv minni vindur. Men vindurin minkar seint, so tað verður framvegis nógvur vindur til seinni í kvøld, sigur hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV