- Tíðindi, mentan og ítróttur
– Av tí allarringasta, eg havi upplivað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/agot_1.png?itok=xZkgN4cG)
Her á landi kendist illveðrið í gjár ógvusligt, og næstan 100 skaðar vórðu fráboðaðir hjá løgregluni í gjár.
Sí upptøkuna niðanfyri
So kann ein bara ímynda sær, hvussu tað kendist hjá skipara og manning umborð á Ågot, sum vóru á Norðhavinum í gjár, tá ið illveðrið veruliga brast á.
– Vit blivu ov seint lidnir, tí tað gekk illa at draga, so tí fóru vit ikki inn áðrenn illveðrið veruliga brast á, sigur Hjaltur Poulsen, skipari.
Ætlanin var annars at fara inn aftur áðrenn eystfallið kom.
Greinin heldur fram niðanfyri
Video: Soleiðis sá tað út á Norðhavinum í gjár
– Tá eystfallið kemur, og tað er eystanætt, so rekur tað upp í ættina, so tað blívur sera buldrasligt. So tá vit vóru ov seinir máttu vit bíða eftir vestfallinum. Tá bleiv so nógv meira vindur, men tað var slættari á sjónum, sigur Hjaltur Poulsen.
Skiparin sigur, at tað gekk fínt at sigla kortini.
– Men, vóru vit farnir inn beinanvegin, tá vit vóru lidnir, so høvdu vit ikki klárað tað, tí tað vóru so nógvir brotasjógvar tá, sigur Hjaltur Poulsen.
Aldurnar um 10 metrar
Hann hevur sum vera man upplivað nógv á sjónum, og hóast vindurin var harðari enn hann helst hevur upplivað áður, so vóru aldurnar ikki so galnar.
– Aldurnar vóru um 10 metrar. Eg havi upplivað upp í 20 metrar aldur, so tað bilti ikki, sigur Hjaltur Poulsen.
Teir liggja nú trygt við kei i í Klaksvík, og fara helst avstað aftur í morgin.