- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vígslugjald fyri útlendingar
Vígslugjald fyri útlendingar
Tað fer nú at kosta hjá útlendskum fólkum at verða gift hjá Tórshavnar kommunu, hevur býráðið samtykt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/torshavnar_kommuna_4.jpg?itok=STl1qp8J)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
28.02.2020 - 07:59
Tað fer nú at kosta hjá útlendskum fólkum at verða gift hjá Tórshavnar kommunu. Tað samtykti býráðið í gjárkvøldið. 12 atkvøður vóru fyri, ein var blonk.
Samtyktin er, at Tórshavnar kommuna heitir á Almannnaráðið um at fáa heimild til at taka eitt hóskandi gjald frá útlendskum fólkum, sum søkja um at verða vígd í Tórshavnar kommunu.
Í fjør vóru 60 vígslur hjá Tórshavnar kommunu. Í 23 førum var talan um útlendingar, tað eru fólk, sum ikki búgva her, men bara koma til Føroya fyri at verða vígd.
Í Danmark kostar ein vígsla 1.650 krónur. Tað er ásett í kunngerð. Føroyskar kommunur hava ikki nakra heimild at taka pengar fyri vígslur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV