Handil átalu fyri skeiva marknaðarføring

Handil átalu fyri skeiva marknaðarføring
Brúkaraumboðið hevur givið einum handli átalu fyri skeiva marknaðarføring í sambandi við Black Friday
 
28.02.2020 - 07:51

Upprunaliga prísurin eigur at verða nevndur, tá lýst verður við tilboðum ella útsølu á heimasíðum. Tað hevur Brúkaraumboðið gjørt vart við.

Ein handil hevur fingið átalu fyri brot á marknaðarføringarlógina, tí upprunaprísirnir ikki vóru upplýstir í tilboðslýsingum á heimasíðuni hjá handlinum í sambandi við Black Friday.

Prísir skulu eisini upplýsast á heimasíðuni

Í lýsingunum varð nevnt, hvussu stórur avslátturin var frá upprunaprísinum, men tað er ikki nóg mikið, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, stjóri í Brúkaraumboðnum.

Á somu heimasíðu bar til at lesa tilboðsblaðið, sum var borið í hvørt hús, og har var upprunaprísurin tilskilaður.

Men Brúkaraumboðið ger vart við, at upprunaprísirnir skulu eisini nevnast í øllum tilboðslýsingum á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109