Útlendingar skulu gjalda fyri vígsluna

Útlendingar skulu gjalda fyri vígsluna
Tað fer nú at kosta hjá útlendskum fólkum at verða gift hjá Tórshavnar kommunu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.02.2020 - 08:26

Býráðið skal í kvøld taka støðu til eitt tilmæli hjá fyrisitingarstjóranum og leiðaranum á Snarskivuni um, at Tórshavnar kommuna heitir á Almannnaráðið um at fáa heimild til at taka eitt hóskandi gjald frá útlendskum fólkum, sum søkja um at verða vígd í Tórshavnar kommunu.

Í fjør vóru 60 vígslur hjá Tórshavnar kommunu. Í 23 førum var talan um útlendingar, tað eru fólk, sum ikki búgva her, men bara koma til Føroya fyri at verða vígd.

Í Danmark kostar ein vígsla 1.650 krónur Tað er ásett í kunngerð. Føroyskar kommunur hava ikki nakra heimild at taka pengar fyri vígslur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497