- Tíðindi, mentan og ítróttur
Smápartafelagið tapti málið um sambýlið
Smápartafelagið tapti málið um sambýlið
Føroya rættur sigur, at Bú- og heimatænastan í Suðuroynni hevur ikki bundið seg til at keypa sambýlið við Sílá
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sambylid_vid_sila.jpg?itok=HqlZpgIO)
27.02.2020 - 09:03
Smápartafelagið við Sílá í Trongisvági tapti sakarmálið móti Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni, sum ikki skal gjalda felagnum 11 milliónir og 272.000 kr. umframt rentu, sum felagið stevndi eftir.
Og smápartafelagið skal gjalda Bú- og heimatænastuni 300.000 kr. í sakarkostnaði.
Føroya rættur sigur, at Bú- og heimatænastan hevur ikki bundið seg til at keypa sambýlið við Sílá í 2018 fyri slakar 11,3 mió. kr.
Bú- og heimatænastan er tí frídømd.
Stýrið í Bú- og heimatænastuni samtykt annars í oktober 2016 at keypa sambýlið við Sílá. Men einki skeyti bleiv gjørt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV