- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skaðin á Drelnesi kostar tríggjar milliónir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/med_adriatic.png?itok=agN96VHz)
Ein fyribils meting sigur, at skaði, sum bryggjan á Drelnesi fekk, tá eitt tangaskip rendi á hana, kostar tríggjar milliónir krónur at umvæla.
Reiðaríið hjá tangaskipinum hevur veitt trygd fyri pengunum.
Tað var fríggjakvøldið um hálvgum níggju tíðina, at tangaskipið Med Adriatic, sum er skrásett á Malta, men siglir fyri eitt danskt felag, rendi á bryggjuna á Drelnesi.
Skipið fekk ikki stórvegis skaða, men bryggjukanturin fekk stóran skaða.
Med Adriatic kom á Tvøroyri við olju, og fór av stað aftur fyrrapartin leygardagin, eftir at reiðaríið hevði veitt trygd fyri trimum milliónum krónum.
Viðgingið endurgjaldsskyldu
Reiðaríið hevur viðgingið, at tað hevur endurgjaldsskyldu. Tað sendir fólk at sýna skaðan í næstu viku.
Sum ásett er, hevði skipið loðs, men kom hóast tað illa fyri í vindinum.
Politiið var umborð eftir óhappið fríggjakvøldið, men staðfesti, at øll formlig viðurskifti vóru í lagi, og hvørki skipari ella loðsur vóru ávirkaðir.
Med Adriatic er stórt skip, 124 metrar langt.