Standmynd av Grími Kamban í Funningi

Standmynd av Grími Kamban í Funningi
Málið verður viðgjørt á býráðsfundi í Runavikar kommunu í morgin
 
26.02.2020 - 09:50

Ein standmynd skal setast upp í Funningi. Hon verður av Grími Kamban, sum sambært Føroyingasøgu er fyrsti maður, sum kom til Føroya. Tað var í 825, og hann fór í land í Funningi.

Málið verður viðgjørt á býráðsfundi í Runavikar kommunu í morgin.

Eftir uppskoti frá borgarstjóranum mælir Fíggjarnevndin til at brúka tær 25.000 kr, sum gamla Funnings kommuna fær í sín lut, tá Eiðis kommuna hevur keypt læknahúsini á Eiði frá Sunda kommunu og Runavíkar kommunu, sum stovnsfæ til ætlanina um standmyndina.

Nýtt valstað

Skála skal hava nýtt valstað. Húsið hjá Eldrafelagnum Kumlá, har sum valstaðið hevur verið í nógv ár, er selt.

Tí er neyðugt at flyta valstaðið. Fíggjarnevndin hjá Runavíkar kommunu mælir til, at valstaðið verður í Ítróttarhøllini á Skála.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497