- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsti fundur um samstarv við Novo Nordisk
Fríggjadagin verður fyrsti fundur millum tey, sum skulu koma við tilmæli um, hvussu samstarvast skal við Novo Nordisk Grunnin um diabetes-viðgerðina her á landi.
Heilsumálaráðið hevur sett ein stýrisbólk og ein verkætlanarbólk at standa fyri arbeiðinum, og tað eru hesir bólkar, ið skulu hava fyrsta fundin fríggjadagin.
Síðst í oktober mánaði hevði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fund við Novo Nordisk Grunnin um, hvussu eitt samstarv millum grunnin og føroyska heilsuverkið kann skipast. Tað er hesa tilráðing, stýrisbólkurin og verkætlanarbólkurin skulu gera.
Fimm diabetes-miðstøðir í Danmark
Í Danmark eru fimm STENO diabetes-miðstøðir skipaðar í einum samstarvi millum Novo Nordisk Grunnin og sjúkrahús-regiónirnar.
Endamálið við miðstøðunum er at skapa fortreytir fyri at avmarka talið av teimum, ið fáa diabetes, og at bøta um lívgóðsku og lívslongd hjá teimum, ið hava sjúkuna.
Umframt fyribyrging og betri viðgerð, er gransking og undirvísing eisini týðandi táttur í arbeiðinum á diabetes-miðstøðunum í Danmark.