- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Heiðurslønir, landsroyndir og Arktis
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jenis1_1.png?itok=pCN-bfPT)
Landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar at endurskoða allar heiðurslønir, sum mentamálaráðið letur.
Vit spyrja, hvat Jenis av Rana ætlar, og hví hann heldur, at tær skulu endurskoðast.
Landsroyndir
Danska stjórnin hevur tikið avgerð um at broyta landsroyndirnar í fólkaskúlanum. Skulu tær føroysku eisini broytast, ella rigga tær?
Vit viðgera spurningin við m.a. Jacob Eli Olsen, formann í Føroya Lærarafelag.
Arktis
Arktiski politikkurin í ríkisfelagsskapinum skal endurskoðast í næsta mánaði.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í grein í dag, at danski og føroyski politikkurin á økinum víkir frá hvørjum øðrum. Vit fáa løgmann í útvarpsstovuna.
Breddin í útvarpinum í dag kl. 17.05