- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trupult at fáa skikkað starvsfólk
Trupult at fáa skikkað starvsfólk
Minni enn helvtin av lýsingunum hjá Almannaverkinum eftir fólki er tað, sum Almannaverkið kallar væleydnað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20190404_skipanin_hevur_ikki_riggad_0061.jpg?itok=o2Nn86ro)
25.02.2020 - 08:56
Almannaverkið hevur givið Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum eitt yvirlit um starvslýsingar. Niðurstøðan er, at stórar avbjóðingar eru at fáa skikkað starvsfólk.
Triðja hvør lýsing er úrslitaleys, sigur Almannaverkið, sum hevur býtt starvslýsingarnar í tríggjar bólkar.
35 prosent av starvslýsingunum eru úrslitaleysar, 19 prosent eru ónøktandi og 16 prosent eru væleydnaðar. Í desember í fjør hevði Almannaverkið 1.002 starvsfólk, 212 fleiri enn í 2015.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV