- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki neyðugt at broyta kommunustýrislógina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hedin_mortensen_10.jpg?itok=7cAsiKkZ)
Kommunustýrislógin verður ikki broytt, tí hon er greið.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur enn einaferð svarað Heðini Mortensen, løgtingsmanni, um farloyvi hjá kommunustýrislimum.
Hugtakið at fara í farloyvi er ikki til í kommunustýrislógini.
Men lógin hevur ásetingar um tiltakslimir, segði Helgi Abrahamsen fyrr í hesum mánaðinum.
Politisk avgerð
Heðin Mortensen spurdi tá landsstýrismannin, um tað var politisk avgerð at broyta siðvenjuna um farloyvi hjá kommunustýrislimi brádliga beint fyri jól í fjør. Gunvør Balle, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, var í farloyvi, men hon kom kortini á býráðsfund.
Og tað hevði hon rætt til, tí eingin regla forðar einum kommunustýrislimi at møta á býráðsfundi, hóast viðkomandi er í farloyvi, segði Kommunala eftirlitið í einum svari til Tórshavnar býráð.
Helgi Abrahamsen vísti til donsku kommunustýrislógini, sum er fyrimynd hjá teirri føroysku.
Men Heðin Mortensen tulkar kommunustýrislógina øðrvísi enn Helgi Abrahamsen.