- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hasfjord: Vænta loysn mánadagin
Hasfjord: Vænta loysn mánadagin
Manningarfeløgini og Lønardeildin høvdu fund í gjár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hasfjord._strandferdslan_filename_number_suffix_0.jpg?itok=8ATbzyWg)
21.02.2020 - 13:34
Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum skal nu svara Skipara- og navigatørfelagnum og Maskinmeistarafelagnum um sáttmálaviðuskiftini hjá teimum, sum fara at manna Hasfjord.
Fundur var millum partarnar í gjár.
Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, væntar, at málið verður loyst mánadagin.
Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og navigatørfelag sigur, at eingin limur hjá teimum skal mynstra við Hasfjord, so leingi eingin sáttmáli er fyri skipið.
Hasfjord kom á Havnina úr Noregi stutt eftir døgurða í gjár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV