- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur stjóri í Búnaðargrunninum
Nýggjur stjóri í Búnaðargrunninum
Snorri á Bøgarði tekur við starvinum 1. juni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/thumbnail_snorri.jpg?itok=6fwMRSVL)
20.02.2020 - 09:04
Snorri á Bøgarði er nýggjur stjóri í Búnaðargrunninum.
Snorri er 54 ára gamal. Hann er útbúgvin grannskoðari og hevur starvast sum grannskoðari seinastu stívu 21 árini.
Umsóknarfreistin var 15.januar, og 21 umsóknir komu.
Snorri á Bøgarði byrjar í starvinum sum stjóri í Búnaðargrunninum 1.juni.
Søkt varð eftir stjóra til Búnaðargrunnin, tá stjórin, sum var, Regin I. Jakobsen, tók við starvinum sum stjóri í Vága Floghavn 1. desember í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV