Krevja broytingar á dekkinum eftir óhapp

Krevja broytingar á dekkinum eftir óhapp
Danska skaðanevndin hevur kannað óhappið, tá ein maður fekk stóran skaða av arbeiðsóhappi umborð á Hav Streymi
Óhappið var umborð á Hav Streymi 2. november í fjør
 
20.02.2020 - 09:24

Broytingar eru kravdar á dekkinum á farmaskipinum Hav Streym, so til ber at lata lastalúkurnar upp, uttan at manningin er í vanda.

Danska skaðanevndin, DMAIB, kannaði óhappið, tá ein maður, sum var við Hav Streym, fekk stóran skaða í einum arbeiðsóhappi 2.november í fjør.

Hav Streym var tá í Karmøy í Noregi. 

Maðurin skuldi lata eina lastalúku upp.

Fyri at kunna lata hana upp, skuldi ein gravimaskina, sum er á lastini, flytast.

Maðurin, sum fekk skaða, kom fyri gravimaskinuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497