Ferðavinnan í Eysturkommunu skal mennast

Ferðavinnan í Eysturkommunu skal mennast
Seinnapartin í dag vera íverksetarastovur fyri tey, sum hava hugskot at menna til ferðavinnuna, og hava tørv á vegleiðing. 
Fyrsta tiltakið at menna ferðavinnuna í Eysturkommunu var síðsta týskvøld
Mynd: Eysturkommuna  
 
19.02.2020 - 09:36

Eysturkommuna hevur sett sær fyri at menna ferðavinnuna í kommununi.

Kommunan hevur fingið ráðgevarafyritøkuna CommIT at hjálpa sær við tí.

Seinnapartin í dag vera íverksetarastovur fyri tey, sum hava hugskot at menna til ferðavinnuna og hava tørv á vegleiðing. 

Fólk kunnu bíleggja sær tíð til prát við CommIT.

Ókeypis tilboð

Hetta er ókeypis tilboð, bæði til teirra, sum longu eru í gongd við ferðavinnutilboð, og teirra, sum hava hugskot at fara í gongd við.

Byrjað varð longu seinasta týskvøld, tá 40 fólk komu at hoyra um nýggjar vinnumøguleikar í ferðavinnu ella fáa hugskot um verandi ætlanir. 

Endamálið er at stimbra undir átøk til ferðafólk og samansjóða og skipa ferðavinnuna í kommununi.

CommIT fer at skipa fyri tiltøkum fyri ferðavinnuveitarar um vørumenning og marknaðarførslu og átøkum fyri ferðavinnuspírum og íverksetarum um møguleikarnar í ferðavinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681