Breddin: Ferðavinnan og festijørðin

Breddin: Ferðavinnan og festijørðin
Nú hómast eitt stríð millum festibøndurnar og onnur í samfelagnum, sum síggja annað nýtsluvirði í jørðini
 
18.02.2020 - 11:41

Tann skjótt vaksandi ferðavinnan setir alsamt fleiri krøv til samfelagið, og nú merkja bøndur kring landið eisini størri áhuga fyri festijørðini.

Áhugin hjá einum privatum felag at byggja summarhús í Saksun og hjá Gist&Vist at byggja nýggj hølir til Koks í Fossdali, eru nevniliga bara tveir av mongum fyrispurningum, ið Búnaðarstovan fær um keyp av lendi hjá bóndum.

Tí hómast eisini eitt nýtt stríð millum kongsbøndurnar, ið varða av jørðini, og aðrar bólkar í samfelagnum, ið síggja eitt annað nýtsluvirði í jørðini.

Men hvørjar eru mannagongdirnar, tá ið persónar ella feløg vilja keypa festijørð? Er verandi skipan haldgóð, og hvørji atlit verða tikin, tá jørð verður seld?

Hetta eru nakrir av teimum spurningum, ið verða viðgjørdir í Breddanum í dag.

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681