- Tíðindi, mentan og ítróttur
Triðja hvørt starv kann enda hjá tólmennum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/aling.jpg?itok=wXWEC2uM)
Føroyar er tað landið í Norðurlondum við lutfalsliga flestum størvum, sum eru í vanda fyri at fara yvir í sjálvvirkandi skipanir, so sum tólmenni.
Hetta vísir frágreiðingin The State of the Nordic Region 2020, sum stovnurin Nordregio ger fyri Norðurlendska ráðharraráðið annaðhvørt ár.
Meira enn triðja hvørt starv
Starvsmannafelagið skrivar, at 38,7 prosent av størvunum í Føroyum verða í frágreiðingini mett at vera í stórum vanda fyri at gerast sjálvvirkandi innan fá ár.
Hjá hinum Norðurlondunum er talið 32,1 prosent í miðal. Aftaná Føroyar kemur Danmark, har talið er 36,7 prosent.
Minsti vandin fyri, at fólk missa arbeiðið til eitt tólmenni, er í Noregi. Har er talið 29,9 prosent.
Øll arbeiða
Starvsmannafelagið skrivar við frágreiðingini hjá Nordregio sum keldu, at føroyingar eru framvegis arbeiðssamasta fólkið í Norðurlondum.
85 prosent av teimum í Føroyum, sum eru millum 15 og 64 ár, arbeiða. Miðaltalið í Norðurlondum er 79,4 prosent.
Sjey pláss upp
Í frágreiðingini hjá Nordregio verða øll lond og øki í Norðurlondum skipað í eitt sonevnt Regional Potential Index.
Har ber til at samanbera økini demografiskt, búskaparliga og arbeiðsmarknaðnarliga.
Føroyar eru nummar 16 av 66 økjum. Hetta eru sjey pláss hægri enn fyri tveimum árum síðani.