- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tóm bingja feyk á sjógv
Tóm bingja feyk á sjógv
Samson og Skúmarin hjá Mest fóru eftir bingjuni, sum tó ikki gjørdi nakran skaða
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_0938_2.jpg?itok=cRONS3X0)
Samson og Skúmarin fóru eftir bingjuni
14.02.2020 - 11:30
Fyrrapartin feyk ein tóm bingja á sjógv í Havn.
Bingjan, sum er 40 føtur, stóð á eystara mola og rak yvir um vágna.
Fyrst bar hon við land á Tinganesi, áðrenn hon legði seg í eitt tómt bátapláss í Vágsbotni uttast við Tinganes.
Bingjan skaddi ikki nakran bát á ferð sínari á eystaru vág.
Samson og Skúmarin hjá Mest fóru eftir bingjuni.
Nógvur vindur, 22-25 metrar um sekundið í hvirlunum, var á molanum. Ættin er landssynningur, sum er ring ætt í havnini í Havn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV