Fleiri kvinnur venda sær til rættarhjálpina

Fleiri kvinnur venda sær til rættarhjálpina
Flestu fyrispurningarnir eru um arv, sundurlesing og hjúnarskilnað
 
14.02.2020 - 09:30

Fleiri kvinnur enn menn venda sær til rættarhjálpina.

Í fjør komu 56 prosent av fyrispurningunum frá kvinnum.

Rættarhjálpin fekk 750 fyrispurningar í fjør. Teir flestu vóru um arv. Sðani koma sundurlesing og hjúnaskilnaður.

13 mál vórðu byrjað í fjør. Trý teirra endaðu eisini í fjør. 

667 fyrispurningar í 2018

Í 2018 fekk Rættarhjálpinin 667 fyrispurningar- og 725 í 2017.

Nógv tey flestu, sum brúka Rættarhjálpina, eru millum 30 og 65 ár. Og nógv tey flestu eru løntakarar.

Rættarhjálpin, sum byrjaði í 1996, hevði slakar 30.000 kr. í halli í fjør.

Danska løgmálaráðið gav 393.000 kr. í stuðli í fjør. Úr landskassanum komu 50.000 kr.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497