- Tíðindi, mentan og ítróttur
Magnus Heinason ger sínar seinastu rannsóknir
Magnus Heinason ger sínar seinastu rannsóknir
Nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri verður liðugt í summar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_0374.jpg?itok=Dbert9C4)
13.02.2020 - 09:19
Í gjár byrjaði Magnus Heinason ársins fyrsta rannsóknartúr.
Og hetta er seinasta árið hjá Magnusi Heinason, sum er bygdur í 1978.
24 rannsóknarferðir eru á skránni hjá Havstovuni í ár.
Magnus Heinason ger 15 ferðir.
Gera yvirlitstrolingar saman
Nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri verður liðugt í summar.
Frá 30.juli til 19.august skulu Magnus Heinason og Jakup Sverri gera yvirlitstrolingar á landgrunninum saman, so til ber at samanbera skipini.
Tann seinasta rannsóknarferðin í ár er frá 11. til 18.november, tá brislingur á innaru leiðunum verður kannaður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV