- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øssur avloysir Hanus
Øssur avloysir Hanus
Øssur Kjølbro verður prestur í Norðoya vestara prestagjaldi, meðan Hanus á Gørðum er í lestrarfarloyvi

Øssur Kjølbro hevur verið óløntur hjálparprestur í Eiðis prestagjaldi seinastu tvey árini
11.02.2020 - 10:54
Øssur Kjølbro verður virkandi sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi frá 15. februar til 31. mai.
Øssur Kjølbro hevur verið aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini í mong ár. Seinastu tíðina hevur hann tikið sær av samskipan og samskifti.
Øssur Kjølbro varð prestvígdur í januar 2018, og hevur verið óløntur hjálparprestur í Eiðis prestagjaldi seinastu tvey árini.
Øssur avloysir sóknarprestin, Hanus á Gørðum, meðan Hanus er í lestrarfarloyvi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV