- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta er ársins skip í FAS
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vinga_safir.png?itok=9d1JYsIZ)
Tangaskipið Vinga Safir er ársins skip 2019 í FAS, føroysku altjóða skipaskránni.
Sjóvinnustýrið hevur kosið Vinga Safir at vera ársins skip.
Trý skip eru á øðrum plássi. Tey eru Tórsborg, Freja og Svitzer Geo.
Ársins skip verður kosið, tí raksturin og trygdin eru serliga góð. Skipið verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnareftirliti, Port State Control, seinastu trý árini.
Væl rikin og trygg
Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg.
Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum, so tað hevur gott pláss á hvíta listanum, besta listanum, hjá Paris MoU.
ParisMoU kannar skip, sum koma í havnir í Evropa og í londum við Norðuratlantshav.
Vinga Safir er svenskt skip, sum er skrásett í Føroyum og siglir undir føroyskum flaggi. Vinga Safir er bygt í 2000. Smápartafelagið Sol Tankers í Havn eigur skipið.