Fjaldar lýsingar eru lógarbrot

Fjaldar lýsingar eru lógarbrot
Tey, sum lýsa ella skriva um eina fyritøku, skulu altíð frámerkja týðiliga, at talan er um lýsing, sigur Brúkaraumboðið
Rannvá Ragnarsdótti er brúkaraumboð
 
11.02.2020 - 09:12

Fjaldar lýsingar á sosialu miðlunum eru brot á marknaðarføringarlógina.

Brúkaraumboðið ger vart við, at tey, sum fáa fyrimun við at lýsa ella skriva um eina fyritøku, vøru ella tænastu, skulu altíð frámerkja týðiliga, at talan er um lýsing, - sama um skrivað verður á Facebook, bloggi ella øðrum sosialum miðlum.

- Vit síggja oftari og oftari fjaldar lýsingar, har tað tykist greitt, at roynt verður at selja okkurt, men har tað ikki verður gjørt nóg væl vart við, at talan er um lýsing, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð.  

Galdandi fyri øll

Kravið um at frámerkja tilfar, sum í roynd og veru er lýsingartilfar, er galdandi fyri øll, sum fáa pening fyri at leggja út, ella fáa aðrar fyrimunir við at varpa ljós á eina fyritøku, vøru ella tænastu. 

Brúkaraumboðið hevur gjørt nýggja vegleiðing um, hvussu lýsingar á sosialu miðlunum skulu frámerkjast. 

Vegleiðingin sæst á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum, bruk.fo. 

Brúkaraumboðið mælir heilt einfalt til, at tey, sum lýsa fyri onnur, skriva lýsing ella sølulýsing fremst í greinini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824