Heilsuskúlin skal hava nýggjan stjóra

Heilsuskúlin skal hava nýggjan stjóra
Jórun Petersen hevur sagt seg úr starvinum
Jórun Petersen gevst nú sum stjóri á Heilsuskúlanum
 
10.02.2020 - 11:04

Heilsuskúlin skal hava nýggjan stjóra 1.mai.

Jórun Petersen hevur sagt seg úr starvinum og gevst 31.mai.

Jórun Petersen hevur verið í Heilsuskúlanum í 15 ár, 12 ár sum skúlastjóri.

Nógvar avbjóðingar

Hon sigur, at 12 ár sum leiðari er nóg mikið, og avbjóðingar og broytingar eru alla tíðina, so tað er í lagi, at nýtt fólk tekur við nú.  

Jórun Petersen er fysisoterepeutur og hevur eisini útbúgvingar í námsfrøði og leiðslu. 

Hon hevur ikki fingið annað starv enn at fara í, tá hon gevst í Heilsuskúlanum. 

Tríggjar útbúgvingar

Heilsuskúli Føroya í Hovi, sum byrjaði í 2001, hevur tríggjar útbúgvingar.

Útbúgving til heilsuhjálpara byrjar tvær ferðir um árið, útbúgving til heilsurøktari byrjar eina ferð um árið og eftir summarfrítíðina byrjar nýggja útbúgvingin, sum eitur námsfrøðihjálpari.

Níggju fastløntir lærarar í sjey ársverkum eru í Heilsuskúlanum.

Umsóknarfreistin er til 4.mars. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824