- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skal verða lættari at vátta faðirskapin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/barnafotur.jpg?itok=Q3gi4q_b)
Nú skal verða lættari hjá pápum at vátta faðirskapin at einum barni. Almannamálaráðið hevur lagt fram eitt lógaruppskot
Lógaruppskotið strikar kravið um, at pápin - um hann ikki er giftur við mammuni - skal møta persónliga á Familjufyrisitingini í Havn fyri at vátta faðirskapin at barninum.
Ístaðin verður ásett, at pápin við talgildari undirskrift kann vátta faðirskapin heimanífrá, tá tænastuportalurin og talgildi samleikin eru klárir at taka í nýtslu seinni í ár.
Skal kunna váttast talgilt
Áðrenn málsøkið persónsrættur, familjurættur og arvarættur varð yvirtikið, viðgjørdi politiið faðirskapsmál. Tað kundi eisini gerast aðrastaðni enn í Havn.
Kravið um at møta persónliga á Familjufyrisitingini er óheppið fyri fólk, sum ikki búgva í miðstaðarøkinum, stendur í lógaruppskotinum.
Tí er ætlanin at broyta lógina, so menn við talgildari undirskrift kunnu vátta, at teir eiga eitt barn.