Grágásin tald

Grágásin tald
1.000 grágæs eru tað mesta, sum er talt í Føroyum í fjør og í 2018
Fuglakanningarstøðin hjá Havstovuni gjørdi kanningina
 
06.02.2020 - 09:40

Á sumri í 2018 varð talt á 13 vøtnum, firðum og vatngoymslum. Úrslitið var 821 gæs. Um heystið varð talt aftur, tá taldu 21 fólk á 70 støðum í níggju oyggjum.

Tey taldu 1.000 grágæs. Eisini í fjør varð talt tvær ferðir, í mars og í november. Havstovan sigur, at í mars taldu 15 fólk á 79 støðum í sjey oyggjum 789 grágæs.

Í november taldu 13 fólk á 80 støðum í átta oyggjum 689 gæs. Grágæs verða millum annað taldar við dronu. 

Grágásakanningin, sum Jóhannis Danielsen og Leivur Janus Hansen hava staðið fyri, kann síggjast á heimasíðuni hjá Havstovuni, hav.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824