- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk børn fáa undirvísing á Ríkissjúkrahúsinum
Føroysk børn fáa undirvísing á Ríkissjúkrahúsinum
Fimm lærarar, føroyskir, danskir og grønlendskir, undirvísa á øllum floksstigum

06.02.2020 - 10:10
Mánadagin læt nýggjur skúli upp í Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
Har kunnu millum annað føroysk børn og ung fáa undirvísing.
Fimm lærarar, føroyskir, danskir og grønlendskir, undirvísa í Ríkissjúkrahúsinum.
Í skúlanum eru øll fólkaskúlans floksstig, tað er frá fyrsta til tíggjunda flokk.
Systkini hjá teimum, sum eru innløgd, kunnu eisini brúka skúlan.
Fyrr hevði Ríkissjúkrahúsið tríggjar skúlastovur ymsa staðni í sjúkrahúsinum.
Tvær skúlastovur eru í nýggja skúlanum, sum er í forhøllini í Ríkissjúkrahúsinum.
Børn og ung, sum ikki eru før fyri at fara í skúlan, kunnu fáa undirvísing í sjúkrastovuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV