- Tíðindi, mentan og ítróttur
40 umsøkjarar fáa stuðul

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata tilsamans 40 umsøkjarum stuðul.
Ein umsøkjari fær starvsløn í eitt ár, og fimm umsøkjarar fáa starvsløn í hálvt ár.
Arnbjørn Dalsgarð, rithøvundur, hevur fingið játtað starvsløn í eitt ár.
Tey, sum hava fingið játtað starvsløn í hálvt ár eru:
Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur
Jón Sonni Jensen, myndlistafólk
Tórfinnur Jákupsson, filmslistafólk
Rógvi á Rógvu, tónasmiður
Niclas Johannesen, tónasmiður
Harumframt fingu 16 umsøkjarar tríggjar mánaðar starvsløn, seks fingu tveir mánaðir, og níggju umsøkjarar fingu ein mánað.
Menanargrunnurin hevur eisini latið trimum fólkum 75 túsund krónur í íverksetanarstuðuli. Tey trý, sum hava fingið játtað íverksetanarstuðul eru:
Jana Jonhardsdóttir, myndlistafólk. Rúna Volmarsdóttir Højgaard, dansari, og Terji Rasmussen, tónleikari.
Grunnurin fekk 117 umsóknir, og søkt varð um tilsamans 40,5 milliónir krónur.
Grunnurin hevur 3,35 milliónir krónur at lata til starvslønir og íverksetanarstuðul.