- Tíðindi, mentan og ítróttur
Adelborg loysir fyrsta flagið

Adelborg Linklett loysir fyrsta flagið, tá spakin verður settur í til byggingina av nýggjum mentanarhúsi í Klaksvík seinnapartin.
Adelborg Linklett er ímyndin av sjónleikarafelagnum í Klaksvík.
Signhild V. Johannesen, forkvinna í Grunninum Mentanarhúsið, sigur, at hetta er ein søguligur dagur, tí farið verður nú undir at byggja húsið, sum í framtíðini verður karmur um alskyns mentanarupplivingar.
- Mentanarhúsið fer at virka sum eitt savnandi stað fyri fjølbroytta virkseminum í býnum, sigur hon.
Glæsiligt hús
Mentanarhúsið verður eitt glæsiligt hús.
Stóra høllin, har leikir verða settir upp, kann hýsa 300 fólkum. Men tá borð verða sett upp til veitslur og onnur tiltøk, kann húsið taka meira enn 400 fólk.
Saman við nýggja miðbýnum, og ætlanini um at byggja nýtt hotell, er onki at ivast í, at lagt er upp til eina spennandi framtíð, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Kostnaðurin er mettur til kr. 60 mill, og sambært tíðarætlanini skal bygningurin standa liðugur við ársenda 2022.