- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey kappast um ein nevndarsess
Tvey kappast um ein nevndarsess
Pedagogfelagið hevur aðalfund 21. mars

Noomi Skorá og Harald Joensen stilla upp til nevndarval í Pedagogfelagnum
03.02.2020 - 14:11
Tvey valevni stilla upp til nevndarsessin í Pedagogfelagnum, sum hevur aðalfund í næsta mánaði.
Annað valevnið er 27 ára gamla Noomi Skorá, sum starvast í Dagstovninum á Velbastað. Hon er eisini er limur í Hjálparfólkaráðnum.
Hitt evnið er 26 ára gamli Harald Joensen. Hann starvast á Bú- og viðgerðarstovninum í Viðagøtu, og er eisini álitisfólk har.
Talgilda valið verður í mars, og úrslitið verður kunngjørt á aðalfundinum hjá Pedagogfelagnum tann 21. mars.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV