- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pláss fyri 180 gravum aftrat
Pláss fyri 180 gravum aftrat
Símun P. Jacobsen, prestur, vígdi nýggja partin av kirkjugarðinum við Sjógv á Strondum

Mynd: Sjóvar kommuna
03.02.2020 - 09:07
Tann nýggi parturin av kirkjugarðinum við Sjógv á Strondum varð vígdur í dýrdarveðrinum í gjár.
Nógv fólk var komið saman, tá Símun P. Jacobsen, prestur, vígdi kirkjugarðin í gjár, sigur Sjóvar kommuna.
Í nýggja partinum av kirkjugarðinum við Sjógv verður pláss fyri 180 gravum.
Ronald Poulsen og fyritøkan Munin hava projekterað kirkjugarðin, og AP Bilar og Maskinur hava gjørt arbeiðið saman við R Transport og arbeiðsfólki hjá kommununi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV