Kommunurnar nýggja freist

Kommunurnar nýggja freist
Kommunala eftirlitið hevur givið kommununum, sum mangla at lata inn tilbúgvingarætlanir, freist til 1. mai, at lata vantandi tilbúgvingarætlanir inn
 
31.01.2020 - 15:26

Um lógarásettar skyldur ikki verða hildnar, hevur landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum heimild at áseta tvingsilsbøtur til teir kommunustýrislimir, sum bera ábyrgd.

Andras Marr Poulsen, tilbúgvingarsamskipari í Fiskivinnumálaráðnum, segði við útvarpið fyrr í vikuni, at av teimum 19 tilbúgvingarøkjunum, sum føroysku kommunurnar eru skipaðar í, eru bara 10 tilbúgvingarætlanir sendar inn til hoyringar.

Nakrar kommunur fingið nýggja freist

Endaliga freistin, at lata inn tilbúgvingarætlanir, var í oktobermánað í fjør, og tá varð Kommunala eftirlitið fráboðað um støðuna. 

Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, sigur í stuttari viðmerking í dag, at kommunurnar, sum ikki hava latið tilbúgvingarætlanir inn, hava móttikið skriv um nýggja tíðarfreist.

Í skrivinum, sum varð sent kommununum 16. desember 2019, verða kommunurnar bidnar um at syrgja fyri, at Fiskimálaráðið fær umbidnu tilbúgvingarætlanirnar í seinasta lagi 1. mai 2020.

Lógin er frá 2012

Sambært tilbúgvingarlógini frá 2012 liggur ábyrgdin, at samtykkja eina tilbúgvingarætlan, hjá kommunustýrinum, og kann ikki leggjast til eina felags tilbúgvingarnevnd.

Kommunurnar, sum hava fingið skriv, eru: Skálavíkar, Skopunar, Skúvoyar, Vestmanna, Kvívíkar, Eiðis og Famjins kommunur.

Skriv er eisini sent út til felags kommunala samstarvið millum Sumbiar, Vágs, Porkeris og Hovs kommunur, og felags kommunala samstarvið millum Hvalbiar og Tvøroyrar kommunur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824