- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórt avlop á gjaldsjavnanum

Føroyar hava stórt yvirskot av samskiftinum við útheimin
Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013, skrivar Hagstovan.
Avlopini vóru metstór árini 2016 og 2017. Rakstraravlopið var góðar tríggjar milliardir krónur.
Tað var helvtina minni í 2014 og 2015.
Laksur og uppsjóvarfiskur
Stóra avlopið stavar serstakliga frá nógva vøruútflutninginum í 2016 og 2017, sigur Hagstovan.
Orsøkin er aldur laksur og uppsjóvarfiskur.
Tænastur, sum eru seldar útheiminum, eitt nú ferðavinna og útflutningur, hava gjørt, at hallið á tænastujavnanum er minkað.
Ein fittur partur av vøkstrinum frá 2016 til 2017 stavar frá hækkandi rakstrarflytingum, so sum tryggingarendurgjøldum úr útlandinum.
Ferðavinnutænastur
Útflutningurin av ferðavinnutænastum hevur havt ein áhaldandi vøkstur seinastu árini, sigur Hagstovan.
Rakstrarviðskifti gjaldsjavnans umfata vøruhandil, tænastuhandil, inntøkuflytingar til útlond og frá útlondum, tað eru lønarflytingar og ognarinntøkur frá beinleiðis íløgum og íløgur í virðisbrøv og lánsbrøv, rentur á innlánum og útlánum og vørukredittir og tænastukredittir.