3.000 kr. í sekt fyri at bróta ramsarkunngerð

3.000 kr. í sekt fyri at bróta ramsarkunngerð
Átta menn vórðu ákærdir fyri at hava siglt við vatnskutarara við Nólsoy í 2018
 
27.01.2020 - 12:55

Átta menn hava í Føroya rætti fingið 3.000 kr. í sekt hvør fyri at bróta ramsarkunngerðina.

Tað er nakað minni enn ákæruvaldið kravdi.

Ákæruvaldið kravdi 6.500 kr. í sekt til hvønn ákærda.

Menninir noktaðu seg sekar. Ríkiskassin rindar sakarkostnaðin.

Fyrsta málið í rættinum

Hetta er fyrstu ferð, ramsarkunngerðin er í Føroya rætti.

Menninir vórðu ákærdir fyri at sigla nærri ramsaroyggj enn 500 metrar.

Tað skulu teir hava gjørt, tá teir sigldu við vatnskutara við Nólsoy 20.juli í 2018. 

Kunngerð frá 2017

Ramsarkunngerðin sigur millum annað, at frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla við vatnskutara nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm.

Ramsarkunngerðin kom í 2017. 

Hon byggir á lógina um at verja havumhvørvið. 

Kunngerðin er gjørd fyri at verja fuglin í ramsaroyggjunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856