Mæla dønum frá at fara til Wuhan í Kina

bannari
Mæla dønum frá at fara til Wuhan í Kina
Vandin er nú so stórur, at serligar grundir skulu vera fyri at fara hagar, stendur í vegleiðingini frá danska uttanríkisráðnum.
 
26.01.2020 - 15:04

Danska uttanríkisráðið mælir nú dønum frá at fara til kinesiska býin Wuhan og Hubei-landspartin í Kina.

Vandin er nú so stórur, at serligar grundir skulu vera fyri at fara hagar, stendur í vegleiðingini frá uttanríkisráðnum.

Søren Brostrøm, stjóri í danska heilsustýrinum, leggur dent á, at tilmælið tekur ikki bara fyrilit fyri heilsuvandanum, men eisini, at kinesiskir myndugleikar hava at kalla stongt býin, og tað er torført at sleppa inn og úr Wuhan í løtuni.

Men vit taka undir við tilmælinum frá uttanríkisráðnum, sigur Søren Brostrøm.

Helvtin er í Wuhan og Hubei

Helvtin av øllum teimum, sum eru smittað av corona-virusi, eru í Wuhan og í landspartinum Hubei.

Hini, sum eru smittað, hava verið í Wuhan, og eru síðani farin til onnur pláss í Kina, ella eru tey farin av landinum. 

Tað er ein trupulleiki í royndini at avmarka smittuvandan, at fólk, sum eru smittað, kunnu smitta onnur, áðrenn tey hava fingið sjúkutekin, siga myndugleikarnir. 

56 deyð og 2.000 smittað

Higartil hevur corona-virusið kravt 56 mannalív, og fleiri enn 2.000 fólk eru smittað.

Kinesiski heilsumálaráðharrin segði fyrr í dag, at nógv bendir á, at virusið fer at breiða seg.

Hann upplýsti, at 1600 heilustarvsfólk eru send til Wuhan, har smittan upprunaliga varð staðfest.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878