Uppskotið um útgjald longu komið í tingið

Uppskotið um útgjald longu komið í tingið
Tvey tingfólk hava lagt fram uppskot til samtyktar um at javnseta útgjald til menn og kvinnur, tá umræður lívrentutryggingar
Útgjaldið frá lívstryggingarfeløgum er longu komið í løgtingið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.01.2020 - 07:41

Útgjaldið frá lívstryggingarfeløgum er longu komið í løgtingið. Tingfólkini hjá Framsókn, Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen, hava lagt fram uppskot til samtyktar um at javnseta útgjald til menn og kvinnur, tá umræður lívrentutryggingar.

Tey siga, at nú fáa kvinnur 13 prosent minni enn menn um mánaðin. Orsøkin til, at kvinnur fáa minni um mánaðin enn menn, er tann, at kvinnur liva í miðal longri enn menn.

Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen vilja hava løgtingið at heita á landsstýrið um gera uppskot um, at lívrentutryggingar, sum verða teknaðar frá 1.januar 2021, hava somu treytir fyri kvinnur og menn.

 >> SÍ EISINI Pensjónsskipanin: Ætlar ikki at javnseta kynini

Tey vísa á, at í Danmark er størri munur millum akademikarar og ófaklærd enn millum kvinnur og menn, tá talan er um at liva leingi. Munurin er næstan dupult so stórur.

Útbúgving hevur størri ávirkan á livialdurin enn kyn, siga tey bæði. Tey vísa eisini á, at fólkapensjón, Samhaldsfasti, tænastumannapensjón og tingmannapensjón gera ikki mun á kvinnum og monnum. 

Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen siga, at torført er at broyta treytirnar fyri lívrentutryggingar, sum longu eru teknaðar. Tí mæla tey til, at broytingin kemur 1. januar 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109