Leirvíkingar fáa sjóhita

Leirvíkingar fáa sjóhita
Í fyrstu syftu fáa bygningar í Eysturkommunu sjóhita, men seinni verður møguligt hjá allari bygdini at koma upp í skipanina
Ætlanin er, at øll bygdin í Leirvík sum frálíður kann verða knýtt í sjóhitaskipanina. Myndin er av sjóhitaskipanini í Betesda í Klaksvík
 
23.01.2020 - 13:06

Sjóhiti verður nú veruleiki í Leirvík.

Leingi hevur verið arbeitt við ætlanini. Nú hevur Eysturkommuna samtykt at geva bygningunum hjá kommununi í Leirvík sjóhita.

Hetta eru bygningar, sum eru frá skúlanum, ella Giljagarði til miðstøðina hjá Nánd. 

Men verkætlanin er skipað soleiðis, at seinni verður møguligt hjá allari bygdini at fáa sjóhita.

10 prosent bíligari

Kanningar vísa, at hendan orkuskipanin er 10 prosent bíligari enn oljufýringar, og hon dálkar minni enn tær.

Ein sjóhitaskipan tekur tveir triðingar av hitanum úr sjónum, og ein triðingur er el-orka. 

Sjógvurin verður tikin á Kráartanga. 

Síðan verða slangur lagdar frá Kráartanga niðan til skúlan, har ein hitamiðstøð verður bygd. 

Haðani verða fjarhitarør løgd til bygningarnar hjá kommununi og til kirkjuna. 

Millum 34 og 50 vikur

Eftir metingum hjá ráðgevandi verkfrøðingafelagnum Cowi fer fyrsta stigið at vara millum 34 og 50 vikur.

Eitt fjarhitafelag verður stovnað at lata hita og heitt vatn til sethús. 

Væntandi verður kunnandi fundur um sjóhitan í Leirvík í næstu viku ella fyrst í februar.

Felagið Net hevur boðað frá, at verður verkætlanin um bústaðirnar gjørd og veitir grivnar til húsini, er Net sinnað at leggja netrør samstundis, so øll húsini kunnu fáa fipursamband. 

Net vil tá eisini vera við til at gjalda fyri grevsturin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946