- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strangari reglur fyri láturgasspatrónir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/laturgass.jpg?itok=cOUbtLem)
Fólkatingið hevur samtykt at avmarka søluna av smáum láturgasspatrónum.
Nú kunnu bara tey, sum eru eldri enn 18 ár, keypa láturgasspatrónir, og tað er bara loyvt at keypa tvær í senn.
Í Føroyum vaks sølan av smáu láturgasspatrónunum óvanliga nógv í fjør.
Tær verða brúktar í eitt nú gosfløskum til at píska róma, men samstundis frættist eisini úr okkara grannalondum, at hesar patrónir vórðu brúktar sum rúsandi evni millum ungfólk.
Arbeiddi við lógaruppskoti
Táverandi landstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, segði í summar, at arbeitt varð við einum lógaruppskoti, sum skuldi geva landsstýrismanninum heimild í kunngerð at hava eftirlit við innflutninginum og søluni av hesum patrónum.
Lógaruppskotið bleiv tó ikki liðugt viðgjørt, áðrenn løgtingið fór í summarfrí, og datt tí burtur.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sigur í stuttari viðmerking í dag, at hetta málið er ikki tikið uppaftur enn.
Tí eru í løtuni ongar avmarkingar á søluni av láturgasspatrónum í Føroyum, tó at onkrir handlar av sínum eintingum hava avmarkað søluna.