Stríðsval um formanssessin

Stríðsval um formanssessin
Tvey valevni eru til formanssessin í Starvsmannafelagnum
 
16.01.2020 - 09:57

Líkt er til, at stríðsval verður um formanssessin í Starsvmannafelagnum á aðalfundinum 7.mars.

Tí tvey valevni eru.

Súni Selfoss, sum er formaður nú, stillar upp, og Gunnar Hjelm, sum er portørur á Landssjúkrahúsinum, hevur eisini stillað upp.

Men valbærið hjá honum verður kannað í løtuni, tað er, um hann kann stilla upp sambært viðtøkum felagsins.

Aðalfundur 7. mars

Tveir nevndarlimir skulu eisini veljast á aðalfundinum 7.mars.

Freistin at bjóða seg fram sum nevndarlimur er til 1.februar.

Tveir tiltakslimir skulu harafturat veljast. Tann uppstillingin verður á aðalfundinum.

Formaðurin verður valdur fyri fýra ár. Nevndarlimirnir verða valdir fyri trý ár og tiltakslimirnir fyri eitt ár. 

Í Starvsmannafelagnum eru 2.000 limir. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117