ST: 2019 næstheitasta árið higartil

ST: 2019 næstheitasta árið higartil
Veðurstovnurin hjá Sameindum tjóðum ávarar um óvanligt veður í framtíðini
2019 var næstheitasta ár higartil á jørðini, sum er mátað, sambært veðurstovninum hjá Sameindum tjóðum
 
16.01.2020 - 07:57

Heimsveðurstovnurin váttar, at 2019 var næstheitasta árið á jørðini, sum er mátað higartil. Bara 2016 var heitari, millum annað tí, at veðurfyribrigdið, El Niño, var virkið.

 Miðalhitin kring knøttin var 1,1 stig hægri enn miðaltalið fyri seinnu hálvu av 19. øld, sigur Petteri Taalas, aðalskrivarin í veðurstovninum hjá ST, sambært DR.

World Meteorological Organization hjá Sameindum tjóðum sigur, at heita veðrið fer at halda fram, og ávarar um óvanligt veður í ár og í framtíðini.

Við mongdini av vakstrahúsgassi, sum kemur út í løtuni, eru vit á veg móti heitari tíðum, og tað verða millum trý og fimm stig heitari hesa øldina, sigur aðalskrivarin í heimsveðurstovninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791