Iran hevur skotið ukrainska flogfarið niður

Iran hevur skotið ukrainska flogfarið niður
Iran viðgongur nú, at tey, av misgáum, hava skotið ukrainska ferðafólkaflogfarið niður
 
11.01.2020 - 09:38

Tað var Iran, sum skeyt niður ukrainska Boeing-737 ferðafólkaflogfarið, stutt eftir fráferð úr Teheran mikumorgunin.

Iranska hermegin skeyt flogfarið niður, av misgáum. Tað viðgongur Iran í almennari fráboðan í iranskum sjónvarpi í morgun. Hermegin lovar í sama viðfangi, at tey, sum hava ábyrgd av mistakinum, verða førd fyri ein hernaðardómstól.

Sambært iransku hermegini var flogfarið komið tætt uppat einum viðkvomum, hernaðarligum øki, tá tað varð skotið niður.

Iranski uttanríkisráðharrin, Javad Zarif, skrivar soleiðis á Twitter í morgun:

-Ein sorgardagur. Fyribils niðurstøðurnar í okkara innanhýsis kanningum vísir, at talan var um eitt menniskjaligt mistak, ið var framt orsakað av amerikanskum bráðræsni. Vit harmast, biðja um umbering og vísa samkenslu við okkara fólki, teimum avvarandi og teimum tjóðum, ið eru raktar.

Eisini iranski forsetin, Hassan Rouhani, vísir í Twitter-boðum sína samkenslu við teimum, ið eftir sita.

Iran hevur higartil víst aftur, at landið hevði nakað við flogvanlukkuna at gera.

Men í morgun staðfestir stýrið í Teheran, at iranska hermegin skeyt flogfarið niður.

176 fólk vóru umborð, og øll lótu lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463